Myndir: Bygdarhúsið fullsett til Sólarkaffi

Bygdarhúsið í Leirvík var fullsett sunnudagin til árliga Sólarkaffi. Vanligt er at hava Sólarkaffi stutt eftir kongadagin 11. februar fyri at hátíðarhalda, at sólin aftur sæst um alla bygdina.

Stóra kakuborðið var prýtt av alskyns køkum, ið bygdarfólkið hevði latið. Harafturat sang Regin Arnason Jensen nakrar sangir við Benjamin Djurhuus á guitara, og listafólk úr bygdini høvdu framsýning.

 

Search by