Myndir frá Barnafagnaðinum 2017

Árligi Barnafagnaðurin var í Eysturkommunu í gjár. Áleið 200 børn úr øllum dagstovnunum og úr Skúlaspíranum hugnaðu sær saman við ymiskum virksemi ígjøgnum dagin.

Fyrrapartin vóru tey størru børnini á vøllinum uppi á Brekku í Leirvík, har ymisk spøl og kappingar vóru á skránni. Tey minstu børnini vóru niðri í dagstovninum Brúsa, har hoppiborg, bóltabað og annað var á skránni.

Dagurin endaði við, at Danny úr bólkinum Danny & the Veetos sang niðri í Brúsa, har øll børnini eisini fingu pizza, sunkist og Twix.

Myndir frá vøllinum á Brekku fyrrapartin

 

Search by