Týsdagin var fyrisitingin hjá Eysturkommunu á vitjan í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu. Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, vísti runt í stásiliga nýggja húsinum, sum eftir ætlan skal vera liðugt um hálvan apríl.
Nýggja býráðshúsið stendur við Oyruna í Norðragøtu. Umframt móttøku og býráðssal eru 7 einkult skrivstovur og 2 dupultskrivstovur í nýggja býráðshúsinum.
Býráðssalurin er sermerktur, tí partur av gólvinum verður úr glasi, so at tað sæst ígjøgnum beint niður í Eiðisá, sum býráðshúsið er bygt tvørturum.