Myndir: 10 ára hátíðarhald á Brúsa

Í samband við at dagstovnurin Brúsi í Leirvík er 10 ár var bjóðað til hátíðarhald á stovninum í gjár. Nógv fólk møtti upp, og á skránni vóru sangframførslur, røður og góður matur.

Niðanfyri eru myndir frá degnum. Tann fyrsta myndin er av teimum trimum leiðarunum, sum hava verið á dagstovninum, síðan hann byrjaði – Sigvør Gregersen frá 2009-2015, Jóhanna Vest frá 2015-2019 og Poula Eidesgaard, ið hevur verið leiðari síðan mai 2019.

Search by