Móttøka í nýggju endurvenjingarhølunum í Leirvík

Komandi týsdag tann 24. apríl kl. 11.00 bjóðar Nánd til móttøku í nýggju endurvenjingarhølunum í Leirvík.

Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Í nýggju enduvenjingarhølunum í Leirvík, kunnu fólk í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ið eru í aldrinum 67 ár og eldri, koma til endurvenjing og til sjálvsvenjing, fyri at styrkja um egnu heilsu. Í nýggju hølunum, ið verða tikin í brúk tann 24. apríl, eru millum annað nógv góð nýggj venjingartól, ið eru tøk til venjing. Nýggju hølini eru harafturat karmur um heima- og sjúkrarøktartænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Á skránni er millum annað: Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu ber fram røðu, og Bárður á Lakjuni luttekur við tónleikainnslagi. Terapeutar luttaka og møguleiki er at royna venjingarmaskinurnar. Borðreitt verður við ábiti.

Search by