Arne Vatnhamar er fyrsti føroyingur og fyrsti leirvíkingur at klintrað upp á heimsins hægsta tind, og í tí sambandi hevur Eysturkommuna bjóða honum heim til Føroyar um vikuskifti tá Víkingadagarnir eru, 27.-28. juni.
Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku leygardagin 28. juni at fagna hansara stóra bragdi. Meira verður at frætta seinni um júst nær og hvar móttøkan verður.
Vit ynskja Arna hjartaliga tillukku við stóra bragdinum!