Komandi mánadag (13. mars 2017) skipar Eysturkommuna fyri einum morgunmati fyri vinnuni í Eysturkommunu. Morgunmaturin er frá kl. 9.00 – 10.00 á Bátasavninum í Leirvík.
Ætlanin við hesum tiltakinum er, at vinnan fær samlast eina løtu til eitt lítið prát við onnur vinnufólk, býráðslimir og umsiting. T.v.s. at tiltakið verður óformelt við ongari skrá.