Metnógv fólk til jólaklipp á Bókasavninum í Leirvík

Í síðstu viku varð aftur bjóðað til jólaklipp á bókasavninum í Leirvík. Tiltakið hevur nøkur ár á baki, men ongantíð hava so nógv vitjað sum hesuferð.

Eini 60 børn og vaksin vóru við at til at klippa ymiskt jólaprýði og hugna sær saman. Eisini fingu tey okkurt søtt og leskiligt afturvið.

Search by