Mánadagin vóru umboð úr Mentanarnevndini og Vinnunevndini í Eysturkommunu á vitjan í Kapnas Sound við Gøtugjógv.
Theodor Kapnas, sum varð útbúgvin tónleikatøkningur (Music- and Sound Engineering) frá Karlstads Universitet í 2011, hevur fyri stuttum stovnað Kapnas Sound.
Framfýsni syðrugøtubúgvin hevur arbeiðsroyndir sum ljóðmaður, akustiskur ráðgevi, monitormaður, backline tøkningur fyri tónleikarar sum Eivør, Teitur, Hamferð, Týr og G! Festival.
Sum tøkningur er Kapnas kendur frá navnframa Studio Bloch, m.a. sum upptøkutøkningur og framleiðari. Hann hevur tikið upp pláturnar Slør (2015) og Segl (2020) hjá Eivør, men eisini Enn (2024), har hann eisini var ljóðblandari. Men eisini útgávur hjá Teiti, Hamferð, Mariusi, Vágaverki, Anniku Hoydal og Hanusi G. Johansen kunnu setast í samband við starvstíð hansara har.
Theodor Kapnas er eisini tónleikari og skrivar løg og spælir gittar í tungmálmsbólkinum Hamferð, hvørs útgávur Evst (2013), Támsins likam (2018) og Men Guðs hond er sterk (2024) hann hevur framleitt.
Býráðslimirnir úr Vinnunevndini og Mentarnarnevndini fingu frágreiðingar um, hvussu arbeitt verður í einum studio, sluppu at síggja arbeiðsumstøðurnar og at hoyra ymiskar ljóðmyndir, sum lýstu tær góðu arbeiðsumstøður, sum Theodor hevur bygt upp, síðani hann fór í holt við nýggja studio. Greitt varð frá um føroyskan tónleik og føroyska tónleikavinnu, og tey vitjandi høvdu høvi at spyrja og dvølja við hesa týdningarmiklu vinnu og mentan.
Kapnas Sound skal eftir ætlan kunna nýtast til upptøkur og ljóðbland, venjing og undanframleiðslu av útgávum, framleiðsluvenjingar og konsertfyrireikingar eins og live videoupptøkur og annað tílíkt.

Eysturkommuna takkar fyri høvið og ynskir Theodori Kapnas blíðan byr og hepna hond við nýggja átakinum.