Norðragøta

Marknaðardagur í Gøtu við føroyskari framleiðslu

Í morgin kl. 11-14 er aftur marknaðardagur við føroyskari framleiðslu á fiskavirkinum í Norðragøtu. Tað er PRG Fiskavirki, sum skipar fyri, og hetta er 5. leygardagur á rað, at marknaðardagur er í Norðragøtu.

Áhugin hevur verið stórur, og nú byrja eisini fólk at koma aðrastaðni frá, sigur Andras Jákupsson, ið er ein av fyriskiparunum.

Ætlanin er at hava marknaðardag hvønn leygardag árið út, og hvørja ferð er okkurt nýtt at síggja og fáa.

Komandi leygardag luttaka hesi á marknaðardegnum:

  • PRG Fiskavirkið – Salt og feskfiskavørur
  • Veltan – grønmeti
  • Bóndin í Leirvík – kjøt og egg
  • Fang Fang – Kjólar til gentur
  • Jens Klæmint – skemtimyndir
  • Jonna – Ymist heimaseyma
  • Gloym Meg Ei
  • Vistgrøði
  • Sjógæti – Fisk&Chips, Fiskavørur, ræstur fiskur.

Her finnur tú tiltakið á Facebook.

Search by