Magnus Kristiansen síðsta arbeiðsdag

Í samband við at Magnus Kristiansen hevur síðsta arbeiðsdag hjá Eysturkommunu fríggjadagin 11. juli, varð skipað fyri samkomu í gjár á Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Magnus hevur starvast fyri Leirvíkar kommunu og síðan Eysturkommunu síðan 1981. Hann hevur verið umsjónarmaður í skúlanum í Leirvík í mong ár, og seinastu tíðina eisini umsjónarmaður á eldrasambýlinum Giljagarði, dagstovninum Brúsa og frítíðarheiminum í Leirvík. Harumframt hevur hann tikið sær av vatnforsýningini í Leirvík.

Vit takka Magnusi fyri trúgva tænastu.

Search by