Í farnu viku luttóku umboð úr Eysturkommunu á ráðstevnu í Oslo um ferðavinnu við minni ferðamannaskipum. Hetta er ein serbólkur innan fyri ferðamannskipini, ið leggur dent á skip við færri enn 500 ferðafólkum og sum typisk gera útferðir um okkara leiðir.
Ráðstevnan var fyriskipað av Association of Arctic Expedition Cruise Operators, AECO, ein felagsskapur har skipini millum annað arbeiða við burðardyggari ferðavinnu.
Burðardygd kann í hesum sambandi vera, at skipið leggur nógv eftir sær til bygdirnar, tey vitja, t.d. bæði av peningi, arbeiðsorku og kunning, fokus uppá at avmarka útlátið hjá skipinum og at hava eitt gott samstarv skip, veitarar og bygdafólk ímillum.
Henda ráðstevnan stuðlar undir teirri ætlan, at fáa minni ferðafólkaskip inn á Gøtuvík tey næstu árini. Hetta arbeiðið tekur tíð, men úrslitini eru at hóma. Í løtuni eru tvey slík skip bókað inn á Gøtuvík í 2026.