Martin Fjallstein hevur skrivað:
Olivia Hansen av Toftanesi f. 1914 giftist í 1939 við John Joensen á Bakka, sum var javnaldri hennara. Í 1942 fluttu tey í nýggju húsini Úti á Bø. Einki vatn var oman til teirra, og heldur nakar vegur. Tað var eitt knoss hjá Oliviu, sum tá hevði tvey tey fyrstu børnini, at fáa vatn borið oman av Garði til matgerð og klædnavask. Húsini vóru liðug tey næstu árini, og stórur urtagarður við berjarunnum og trøum gjørdur omanfyri. Tey høvdu kúgv á bási og gerði Uppi undir Brekkum.
Tá ið tey átta børnini vóru undankomin, og kúgvin avtikin síðst í sekstiárunum, lá bøurin hjá teimum óbrúktur. Tá fekk Olivia hugskotið at fáa eina viðarlund har. Heima hjá foreldrunum á Toftanesi var fittur urtagarður sunnan fyri húsini við berjarunnum, rabarbum og øðrum. Olivia hevði á ungum árum arbeitt á Vesturbrúgv í Keypmannahavn og verið á húsarhaldsskúla í Haslev. Allastaðni var gróður, berjarunnar og alskyns trævøkstur. Heimaftur komin fekk hon arbeiði sum húsarhaldskona á Royndarstøðini í Hoyvík.
Hjá Oliviu við sínum gløgga og djarva lyndi og øllum hesum royndum mundi hugskotið um eina viðarlund liggja henni næst hjarta. – Og har hjarta títt er, er hugur tín. – Verkið tykist so einfalt, tá ið liðugt er, men tað skuldi áræði og tolni at fáa gróðursett fyrsta træið og øll tey túsundtals næstu. Gerði var tá vetrarbit hjá Ognarhaganum. Tí skuldi hagastýrið taka undir við hennara hugskoti, sóknarstýrið skuldi friða lendið og Skógrøkt Landsins planta trø.
Mikudagin 9. juni 1976 vóru tey fyrstu smáu trøini gróðursett. Grasgróður, seyður og hara kundu forkomið verkætlanini, og manna millum var undirtøkan so sum so. Við umsorgan og røkt fekk Olivia tey fyrstu trøini undan. Tá gjørdist hugaligari hjá manninum og bygdarfólkinum, sum eisini hjúklaðu um viðarlundina.
Olivia var frá barnsbeini kallað Limman. Tí var í skemti sagt ”Limmulundin”. 4. juni 1993 varð skeltið við navninum, sum Eli, sonur teirra hevði skorið, sett upp. Trøini vóru tá manshøg og lívdu væl hvør øðrum. Viðarlundin undir Brekkum og suður móti ánni gjørdist tey næstu árini ein hvíldar- og fundarstaður, sum vaks í hvørjum. Børn gróðursettu uppaftur fleiri trø, skótaliðið reisti brýr og kyndi bál og vaksin hugnaðu sær í viðarlundini.
Limmulundin við sínum fjølbroytta trævøkstri, fugli og flogkyktum er vorðin hjartabarn hjá mongum og øll fegin um hana. Vakra summardagin 3. juni 2000 varð Olivia á fólkafundi í Limmulund útnevnd til heiðursborgara í bygdini: ”Góða Olivia. Tolin og trúføst við hegnigum hondum skaptu tygum stórverk. Við heiðurskvøðu Leirvíkar kommuna.”
Les meira um Limmulund í Leirvíkar bygdarsøgu bindi 3, bls. 377-381, og um Oliviu og John Úti á Bø í bindi 6, bls. 153-185.