Leygardagin 9. oktober verður HOYMA aftur á skrá í Syðrugøtu

Skráin er dagførd 08. oktober:

Frá Hoyma:

Vit hava gjørt nakrar tillagingar í skránna í mun til hana, vit løgdu út fyri nøkrum døgum síðani. Størsta broytingin er at Lena Anderssen (Official) noyddist at geva avboð og í hennara stað er komin Hanus G Johansen. Ein onnur broyting er at konsertirnar, sum skuldu vera hjá Eyðbjørg Erlingsdóttir Nolsøe og Óli Nolsøe eru fluttar inn í onnur hús.

Nýggja skráin kann heintast sum pdf á www.hoyma.fo undir “skrá”

Atgongumerki kunnu enn sum áður keypast á www.atgongumerki.fo


Kort yvir HOYMA tiltøk

Komandi leygardag 9. oktober verður HOYMA aftur á skránni í Syðrugøtu. Á skránni er nógv spennandi. Tey sum koma at framføra eru hesi:

  • Annika Hoydal
  • Kári P
  • HOGNI (Høgni Lisberg)
  • Bárður á Lakjuni
  • Son of Fortune (Benjamin Petersen)
  • Silvitni
  • Lena Anderssen
  • HORRSE (Ragnar Finsson)
  • Josef Zachariassen
  • Sámal Ravnsfjall

Kórið Eystanljóð skipar fyri matstovu í ovaru hæddini í Valhøll. Har er morgunmatur á skránni frá 09.30 til 13.00. Og frá 13 til 17 eru vafflur og kaffi á skránni. Frá kl 17 til kl 21 er kalt borð við nógvum góðum.

Konsertirnar byrja kl 17 og enda kl 00.40. Aftan á konsertirnar er hugnakvøld og opið hús í Tøting, har Kim Hansen kemur at spæla. Tiltakið endar kl 04.00

Føroyar spæla móti Eysturríki hetta kvøldið, so dysturin verður vístur á stórskíggja í Tøting samstundis sum ein steðgur er í skránni, meðan dysturin er.

Tey sum ikki hava hug til fótbólt ta løtuna, skulu ikki verða við skerdan lut; tí er annað at fara til meðan fótbólturin er. Í hoyggjhúsinum við Húsgarð og í Gomlu Mýru skipar Helgi Rasmussen fyri einum bókatiltaki í sambandi við, at hann hevur latið sítt fyrsta yrkingasavn úr hondum. Steintór Rasmussen fer at hava samrøðu við Helga og síðani verður bjóðað til dypping, suppu og felagssang. Eisini hevur forlagið Sprotin bókasølu á Mýruni.

Hetta er áttandi HOYMA, sum verður hildin. Fyrstu ferð var í 2013. Samstundis er hetta fyrstu ferð síðani 2019 at G! Grunnurin skipar fyri nøkrum størri tiltaki, tí bæði HOYMA 2020 og G! 2020 og 2021 vórðu avlýst vegna koronu.

Atgongumerki fáast til keyps her.

Search by