Nógv lesandi ung eru heima í jólafrítíðini, hóast teirra “frítíð” eisini kann verða nakað merkt av skúlatingum til eitt nú próvtøkur ella uppgávur, ið skulu latast inn fyrst í nýggja árinum.
Í hesum sambandi bjóðar Eysturkommuna lesandi í kommununi vælkomnum at nýta Leirvíkar Skúla sum lesistovu, ímeðan jólafrítíð er.
Lesandi kunnu sita í skúlahøllini ella bókasavninum, og kunnu fáa sær ein te- ella kaffimunn (hava krúss við sjálvi), og brúka printara og kopimaskinu fyri ein lítlan prís.
Tummas Kannuberg úr Leirvík er gudfrøði-lesandi í Århus, og er ein teirra, ið er komin heim at halda jól, samstundis sum hann hevur skúlating at avgreiða. Tummas kemur samstundis at hava ábyrgd av lesistovuni í Leirvíkar Skúla.
Ynskir onkur at fáa atgongd til at gera brúk av hesum møguleikanum, kann viðkomandi seta seg í samband við Tummas á tlf. 74 33 15.