Leirvíksvegurin stongdur fyri fersðlu

Leirvíksvegurin er stongdur fyri ferðslu frá í dag, 31. januar 2018. Avgerðin er tikin, av tí at vegurin ikki er nóg tryggur til nógvu ferðsluna, ið kemur eftir vegnum, nú Leirvíkstunnilin er stongdur um næturnar vegna arbeiði. Ístaðin sleppa bilar ígjøgnum Leirvíkstunnilin hvønn heilan tíma til arbeiðið í tunlinum er liðugt 31. mars.

Leirvíkstunnilin er stongdur sunnukvøld á midnátt til mánamorgun kl. 06 og frá kl. 22-06 gerandisdagar fram til 31. mars 2018.

Search by