Leirvíkar kirkja fyllir 110 ár

Komandi sunnudag, 1. sunnudag í advent, verður hátíðarhald í samband við, at Leirvíkar kirkja fyllir 110 ár.

Farið verður í kirkju sum vant kl 11.00. Marjun Bæk prestur verður við altargongd, Monika Stauss Joensen spælir violin saman við organistinum, og Elly Justinussen og Jákup Justinussen framføra ein sang.

Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til brunsj í missiónshúsinum.

Klokkan 16.00 verður konsert í kirkjuni við kórinum Eystanljóð. Kaffi og køka verður at fáa í forkirkjuni aftaná.

Search by