Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir leiðara at standa á odda fyri Nánd, sum er Heimatænastan fyri eldri borgarar í kommununum.
Kommunurnar báðar hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. fyri at bjóða eina góða tænastu til eldri borgarar.
Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv, har tú fært ábyrgdina av rakstrinum og menningini av Nánd og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kommununum. Tú kemur at vísa beinleiðis til stýrið fyri Nánd, sum hevur evstu ábyrgdina av eldraøkinum. Umsitingin í Nánd er skipað saman við umsitingini hjá Eysturkommunu, og Nánd brúkar umsitingarligu amboðini hjá kommununi.
Stýrið leggur dent á, at tú ert ein persónur sum dugir at leiða, og at fáa starvsfólkini við tær, samstundis sum tú ert stuðlandi fyri leiðarar og starvsfólk í Nánd. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú dugir og torir at taka neyðugar avgerðir, og at tú leggur dent á at fáa sum mest burturúr innan karmarmar.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at:
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Leiðarasáttmáli verður gjørdur og møguleiki er fyri áramálssetan. Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella skjótast tilber.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
og sendast við telduposti til: permartin@eystur.fo
Umsóknin skal verða Nánd í hendi í seinasta lagi leygardagin 31. oktober 2026.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Per Martin Gregersen, stýrisformann, á tlf.: 730017. Víst verður eisini til heimasíðuna www.nand.fo, har upplýsingar um tænastur o.a. hjá Nánd eru at finna.
Um Nánd
Stýrið fyri Nánd er sett saman av 3 kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2 kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kommunu. Í Nánd eru eldrasambýlini Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vesturstova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið í Fuglafirði og heimatænastan við venjingarhølum, sum er á Miðstøðini í Leirvík. Á Vesturstovu er stovnskøkur, sum ger mat til tey trý sambýlini og dagtilhaldið, umframt døgurðar til heimabúgvandi borgarar. Í Nánd eru á leið 100 ársverk. Tað eru sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar, dygdarmennari, tørvsmetar, sum eisini gera fyribyrgjandi heimavitjanir, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, reingerðarfólk, køksstarvsfólk, umframt bilførarar.