Stýrið fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommuna hevur sett Kristinu T. Larsen í starvið sum leiðara fyri nýggju Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fugjafjarðar kommunu. Kristina hevur drúgvar leiðsluroyndir sum stjóri í Dugna, har hon m.a hevur megnað at flutt Dugna til at verða ein týðandi og jaligan stovn við sera góðum umdømi í føroyska samfelagnum.