Sjálvsognarstovnurin Dugni hevur nú eina bingju standandi á bingjuplássinum í Norðragøtu, har tú kanst lata gamlar møblar, innbúgv, steintoy og tílíkt, sum tú vilt av við, men sum er ov gott at koyra burtur. Á henda hátt kanst tú stuðla arbeiðinum hjá Dugna og samstundis vera við til at hugsa um umhvørvið og minka um dálkingina.
Bingjan kom at standa beint fyri jól og er merkt við búmerkinum hjá Dugna. Arbeiðsfólk er á staðnum at vegleiða, tá bingjuplássið er opið.
Millum 80-90% av lutum, sum verða latnir, verða endurnýttir til onnur at fáa gleði av. Dugni ger ábøtur og og reingerð lutirnar, sum seinni verða seldir í Endurnýtsluhandlinum á Kambsdali.
Alt, sum kemur inn fyri hesar lutir, verður brúkt í arbeiðinum hjá Dugna, sum virkar fyri at skipa arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling av fólkum, ið tørvar stuðul til at fáa ella halda fast við arbeiði.
Somuleiðis bjóðar Dugni arbeiðstilboð til fyritíðarpensionistar, ið eru førir fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Málið er at geva hesum høvi at koma út millum onnur og fáa ein innihaldsríkan gerandisdag og harvið fyribyrgja dapurskygni og einsemi.
Tikið verður ímóti lutum so sum: brúkstingum, møblum, leikum, køkslutum, súkklum, hurðum, steintoyi, amboðum, o.s.fr.
Tikið verður ikki ímóti: sjónvørpum, teldum, køliskápum og øðrum stórum el-lutum.
Handilin hjá Dugna á Kambsdali hevur opið gerandisdagar kl. 13-17 og seinasta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10-14.