Lars Olsen á vinnudegi í Eysturkommunu

Á tí árliga vinnudegnum hjá Eysturkommunu, sum verður hósdagin 12. november, fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at tosa um leiðslu, motivatión og um at vinna “against all odds”.


Harumframt verða framløgur frá fyritøkum í kommununi – eitt nú fer Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Architects North Atlantic Sp/f at tosa um, hvussu tað er at vera partur av altjóða fyritøku við starvsfólkum úr fleiri londum á skrivstovuni í Syðrugøtu.

Tórheðin J. Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum í Gøtu, fer at hugleiða um, hvørja ávirkan ein nýskipan av fiskivinnuni fer at hava á teirra virksemi. Harumframt fer Unn Laksá frá Syntesa at greiða frá einum norðurlendskari fiskivinnuætlan, sum eitur “Alt í land”. Verkætlanin skal kanna, hvussu man kann fáa meira burtur úr tilfeinginum úr havinum. Hesar framløgur verða seinnapartin hósdagin, og eru øll vinnuáhugað vælkomin at luttaka.

Fyrrapartin á degnum verður forvitnisligt skeið um marknaðarføring á netinum. Skeiðið vendir sær til fyritøkur og einstaklingar, sum hava ein ítøkiligan áhuga í at læra meira um, hvussu man kann nýta sosialar miðlar so sum Facebook, portalar o.a. til at marknaðarføra sínar vørur og tænastur.

Av tí at tað er avmarkað pláss til marknaðarføringsskeiðið fyrrapartin, er neyðugt at tekna seg. Hetta kann gerast við at senda t-post til katrin@syntesa.fo ella við at ringja á 233081. 

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 11. november kl. 14.00. Skeiðið er ókeypis!

SKRÁ FYRI DAGIN
Fyrri parturin vendir sær til fyritøkur og einstaklingar, sum hava ein ítøkiligan áhuga í at læra meira um, hvussu man kann brúka sosialar miðlar so sum Facebook, portalar o.a. til at marknaðarføra sínar vørur og tænastur. Best er, um fólk tekna seg til tiltakið frammanundan. Pláss er fyri 15-20 luttakarum.

Seinni parturin vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri vinnuviðurskiftum.

Vinnudagurin verður í ár hildin í Bovling í Leirvík.

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug, tí luttøkan er avmarkað til 20 fólk.

SKEIÐ
8:30 Morgunmatur

9:00 Skeið í marknaðarføring á netinum: Hvørjir miðlar eru, hvønn týdning hava teir, hvussu skulu teir brúkast í mun til hvønn málbólk, hvussu kunnu úrslit mátast, hvat krevst av uppfylging fyri at náa úrslit. 
Skeiðshaldari verður Steinar B. Aðalbjørnsson, marknaðarstjóri í Matis, Ísland

10:30: Kaffisteðgur

11:00: Dømir og uppgávur um góða og minni góða marknaðarføring á netinum

12:00: Døgurði fyri skeiðluttakarar.

ALMENT TILTAK
14:00 Borgarstjórin bjóðar vælkomin

14:15 Framløgur frá fyritøkum í kommununi:
– Henning Larsen Architects North Atlantic Sp/f – partur av altjóða arkitekta teknistovu, Ósbjørn Jacobsen
– Varðin – hvørja ávirkan kann ein nýskipan av fiskivinnuni hava, Tórheðin Jónsveinson Jensen

15:15 Kaffisteðgur

15:30 Alt í land – ein verkætlan um at fáa alt úr sjónum til høldar, Unn Laksá, Syntesa

16:00 Leiðsla og motivatión – um at vinna ”against all odds”! Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari.

16:45 Kaffi og hugnaprát

Search by