Vegna summarfrítíð verður avmarkað læknaviðtala í Gøtudali.
Kári fer í feriu í viku 30, 31 og 32.
Jytta fer í feriu í viku 31, 32, 33 og 34.
Hetta merkir, at eingin lækni verður í Læknaviðtaluni í Gøtudali í viku 31 og 32.
Er tørvur á bráðfeingis læknahjálp hesar vikurnar, ber til at seta seg í samband við Heilsumiðstøðina í Fuglafirði, á tlf. 44 40 38, ella aðrar læknaviðtalur í økinum, eitt nú í Klaksvík.
Hevur tú tørv á at endurnýggja reseptir, vilja vit heita á teg um at gera tað beinanvegin, so tú hevur neyðuga heilavágin til summarfrítíðina.