Læknaviðtalan í summarferiuni

Í summarferiuni (vika 29-32) er læknaviðtalan í Gøtudali mannað av avloysarum. Talan er um tíðarskeiðið 18. juli til og við 12. august.

Hesa tíðina er møguleiki at fáa fatur á lækna við at venda sær til læknaviðtaluna í Fuglafirði á tlf. 44 40 38.

Hevur tú tørv á at endurnýggja reseptir, vilja vit heita á teg um at gera tað beinanvegin, so tú hevur nokk til summarferiuna.

Hav í huga, at bert ein lækni er til arbeiðis í feriuni, og tí kann vera longri bíðitíð. Tí er gott, um ikki átroðkandi viðurskifti kunnu bíða til fastur lækni er aftur til arbeiðis eftir summarferiuna.

Search by