Kvøldskúlin nýggja heimasíðu

Kvøldskúlaárið í Eysturkommunu fer skjótt at byrja, og í hesum sambandinum hevur kvøldskúlin fingið eina nýggja heimasíðu.

Á heimasíðuni sær tú eitt yvirlit yvir hvørjar lærugreinar kvøldskúlin bjóðar út í vetur.

Heimasíðan hevur samstundis eina tilmeldingar- og gjaldsskipan. T.v.s., um tú ætlar at melda teg til eina lærugrein, verður bæði tilmelding og gjald avgreidd inni á heimasíðuni.

Nýggja heimasíðan liggur á fylgjandi leinkju: http://kvoldskulin.eystur.fo/

 

 

Search by