Kvøldskúlin fer at hava skeið í koyrikorti til lítil prutl
Aldursmarkið at koyra lítil prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman, er sett niður á 15 ár. Tískil skipar kvøldskúlin í Eysturkommunu fyri prutlfrálæru.
Mannagongd:
1) Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
2) Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.
3) Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.
Tilmelding: Tú kanst tekna teg til skeiðið við at senda teldupost á kvoldskulin@eystur.fo við fylgjandi upplýsingum: Navni, bústaði, telduposti, telelefonnummari og føðingardegi.
Tilmeldingarfreist: 18. august 2017. Pláss er fyri 10 luttakarum.
Kostnaður: Skeiðið kostar 1.200 kr.
Eru ivamál, kunnu tit ringja til kvøldskúlaleiðaran, á tlf.: 730028