Kvøldskúlaframsýning í býráðshúsinum

Kvøldskúlin í Eysturkommunu bjóðar til framsýning í býráðshúsinum sunnudagin 7. apríl frá kl. 17.00-20.00. Á skránni eru tónleikaframførslur frá næmingum og framsýning av ymiskum handaligum arbeiði.

Í ár fær Kvøldskúlin eisini vitjan av Lávusarhúsið, sum fer at sýna fram bundnaturriklæði sum luttakarar á verkstovu í Lávusarhús hava gjørt.

Skráin sær soleiðis út:

Hans Mourits Foldbo, formaður í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin
Barnakórið hjá Terja Vestergaard syngur
Næmingar hjá Herdis Klein syngja
Næmingar hjá Anju Hansen spæla klaver
Næmingar hjá Eiler Hansen spæla gittar
Framsýning av handaligum arbeiði

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.

Search by