Kvøldskúlaframsýning í býráðshúsinum

Kvøldskúlin í Eysturkommunu bjóðar til framsýning í nýggja býráðshúsinum sunnudagin 8. apríl frá kl. 17.00-20.00. Á skránni eru tónleikaframførslur frá næmingum og framsýning av ymiskum handaligum arbeiði.

Í ár fær Kvøldskúlin eisini vitjan av Lávusarhúsið, sum fer at sýna fram bundnaturriklæði sum luttakarar á verkstovu í Lávusarhús hava gjørt.

Skráin sær soleiðis út:

  • Hans Mourits Foldbo, formaður í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin
  • Barnakórið við Martu á Lakjuni syngur
  • Næmingar hjá Anju Hansen spæla klaver
  • Næmingar hjá Hugo Leo spæla gittar
  • Framsýning av handaligum arbeiði

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.

Search by