Kvøldseta á Bátasavninum

Týskvøldið 23. februar kl. 19:30 verður kvøldseta á Bátasavninum. Martin Fjallstein lýsir við myndum og frásøgn bygdina og lívskorini eftir 1800, tá ið nógvar broytingar hendu.


Framløgan hevur fingið heitið “Í Leirvík fyri 200 árum síðani”: – Ein gongutúrur av Toftanesi, heim til Garðs og út á Áargarð umleið 1814-15: Sagt verður frá húsum og fólki á leiðini. Eisini verður sagt frá um bøin og hagan, um bátar og neyst, um bøndur og ognarmenn og um børn og ungfólk. 

Kostnaður er 30 kr. Øll eru vælkomin!
Search by