Kunning um Fólkatingsval

Í samband við Fólkatingsvalið, ið verður mikudagin 5. juni 2019, skulu vit boða frá, at valstøðini eru hesi:

  • Fimleikahøllin í skúlanum í Leirvík – fyri veljarar í Leirvík.
  • Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv – fyri veljarar undir Gøtueiði, í Syðrugøtu, við Gøtugjógv og í Norðragøtu.

Atkvøtt verður frá kl. 9.00 – kl. 20.00 til steðgur kemur í.

Valkort eru send veljarum við postinum. Um tú ikki hevur fingið valkort, men heldur teg hava valrætt, kanst tú seta teg í samband við skrivstovuna sum skjótast.

Tey, ið vegna sjúku, ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima. Hetta skal gerast í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019. Vendið tykkum til skrivstovuna á tlf.: 730000.

Tey, ið sambært vallógini hava rætt at nýta brævatkvøðu, kunnu gera hetta á skrivstovuni hjá Eysturkommunu – Oyran 2, 512 Norðragøta, í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019. Avgreiðslan er opin mánadag – hósdag kl. 09.00 – 15.00 og fríggjadag kl. 09.00 – 12.00.

Search by