Kumpassrósan skjótt liðug

Arbeiðið við at nýggju kumpassrósini á havnarlagnum í Leirvík er komið væl áleiðis. Sjálv kumpassrósin er komin upp á pláss, og arbeiðið við at seta upp girðing og ljós verður gjørt í næstum.

Tey sum eru við í hesari verkætlanini er:

  • Hugskot: SNA arkitektur, Tórshavn
  • Design: Niels Pauli Lamhauge, designari Syðrugøtu, búsitandi í London
  • Keramiskt arbeiði.: Leirlist/Guðrið Poulsen
  • Múrara arbeiði.: Krossteig
  • Stálarbeiði.: Áway
  • Stoyping JHR/RTS entreprenørar
  • Asker Hansen, landmátari, hevur avsett ættirnar.
Search by