Krokettvøllurin tikin í brúk

Í gjár var fyrsti dysturin á nýggja krokettvøllinum í Leirvík, sum Jógvan Elias Joensen hevur latið gjørt. Hesin fyrsti dysturin stóð millum teir fýra kendu vinnulívsmenninar í Leirvík, Jógvan Elias Joensen, Ingvard Joensen, Osmund Justinussen og Joen Magnus Rasmussen. Menninir vóru sera spentir og til dystin fúsir. Fyrst var neyðugt at uppfríska reglanar eitt sindur og so var lagt til brots. Vinnarin av dystinum gjørdist Jógvan Elias Joensen.

 

Fyrr var vanligt at spæla krokett í Leirvík og skjótt fóru boðini um hendan fyrsta dystin út um í bygdini. Eldri menn, sum fyrr plagdu at spæla krokett, leitaðu sær leiðina oman á nýggja vøllin. Kjakið fór við tað sama í gongd, og minnini um gamlar dagar komu fram – ein hugnalig løta.Tað er okkara vón í kommununi, at tikið verður væl ímóti hesari stóru gávu Jógvan Elias hevur latið bygdarfólkinum og farið verður væl um.

Fleiri myndir frá løtuni síggjast við at trýsta HER



Search by