Býráðið avgjørdi á fundi fyrrakvøldi at taka av tilboðnum frá Kreton um útstykkingina í Syðrugøtu.
Tilboðið frá Kreton áljóðandi kr. 5.250.700,- u/MVG var lægsta tilboðið, ið kom inn. Talan er um 2 vegir og 25 grundstykkir íalt.
Arbeiðið verður gjørt í tveimum umførum. Ætlanin er at niðari vegurin á tekningini niðanfyri og fyrstu 17 grundstykkini standa klár í oktober/november í ár.
Næsta ár verður so farið undir at gera ovara vegin og næstu 8 grundstykkini. Hesi skulu eftir ætlan standa klár í august 2016.