Dámar tær at binda, brodera, seyma, veva, gera kort, smykkur ella aðrar prýðislutir? Ella kundi tú hugsa tær at keypt føroyskar hondgjørdar lutir?
Í gomlu hølunum hjá Føroya Banka niðri á Bakka í Leirvík hevur seinastu árini húsast ein sýnisgluggi, har einstaklingar í Eysturkommunu við skapandi evnum kunnu finna saman, vísa síni avrik og selja. Í løtuni eru upp ímóti 20 partur av at skapa og selja her í Lávusarhúsi og fyrireikararnir vildu gjarna sæð fleiri.
Ætlanin er, at húsið kann verða ein sýnisgluggi hjá hesum fólkum, og at hava eina spennandi sølubúð við bæði traditionellum, hondgjørdum lutum og nýskapandi handverki og list. Ein og hvør í Eysturkommunu kann verða við, og fyrireikararnir eggja fólki við skapandi evnum um at seta set í samband við seg.
– Tað er ógvuliga óforpliktandi, siga fyrireikararnir. Tað er einki limagjald. Tú keypir tilfarið sjálv/ur, skapar vøruna og setur prís á. So verður tað víst fram og selt í Lávusarhúsið, har 10% av inntøkuni fer til at viðlíkahalda húsið.
Lávusarhús er opið tríggjar ferðir um vikuna, og eru tað tey, ið skapa og selja, ið skiftast um at manna sølubúðina. Tó so kann ein ringja til onkran av ábyrgdarfólkunum og spyrja um at hava opið aðrar tíðir.
– Vit hava bæði einstaklingar, bólkar og ferðafólk á vitjan, sum koma inn á gólvið at hyggja og keypa føroyska hondgjørda vøru, siga fyrireikararnir. Tað verið seg prýðislutir, klæðir, ymiskt til føroyska búnan, kort og smykkur.
Í løtuni eru bara konufólk, sum skapa og selja, og fyrireikararnir kundu gott hugsað sær at sæð mannfólk verið við eisini.
Um ein lutur er seldur kann ein eisini spyrja um at fáa ein nýggjan gjørdan av sama slag ella t.d. í aðrari stødd.
Kommunan eigur hølini, men ein ábyrgdarbólkur hevur fingið loyvi til at brúka og viðlíkahalda tey.
Tey, ið eru áhugað at verða við og vísa síni skapandi evnir fram, kunnu ringja til Sonju Joensen á tlf. 74 30 58 ella til Hallbjørg Eliasen á tlf. 21 33 24.
Les meira um Lávusarhús og nær sølubúðin er opin.
Fylg Lávusarhúsið á Facebook, har tey javnan leggja myndir út.