Kórið Eystanljóð byrjar venjingina aftur

Kórið Eystanljóð byrjar venjingina aftur Týskvøldið 8. september í Kirkjukjallaranum við Gøtugjógv.

Eystanljóð er eitt blandað kór við sangarum úr Gøtu og Leirvík og úr grannabygdum. Sangararnir eru úr aldrinum 25 til 75. Tað er ungi evnaríkið Jákup Dahl Wardum, ið stjórnar kórinum. 

Kórið er eitt verðsligt kór og skráin er ógvuliga blandað. T. d. syngja vit traditionellan kórsang, kirkjutónleik, klassiskan og rytmiskan kórsangi. Fyrra hálvár verður dentur mest lagdur á at venja til jólakonsert, tó so at áðrenn heystfrítíðini syngja vit ikki jólasangir.

Øll kunnu verða við, og tað er ongin upptøkuroynd.

Vit gleða okkum at síggja nógvar nýggjar sangarar.

Vitl tú vita meir um at syngja í Eystlanljóð, er tú vælkomin at skriva til okkum á facebook, ella at ringja til ein av nevndarlimunum. Erna Olsen, tlf. 774759, Maria Gregersen 272714, Sigvør Laksá 219570, Majbritt Egholm 509373, Eyðun Hansen 211733.

Search by