Konsertir byrja aftur í Tøting

Eftir ein longri summarsteðg boðar Tónleikasamtakið Grót frá, at nú verður skipað fyri konsert aftur í hugnaligu hølunum í Tøting. Tað er longu leygarkvøldið 27. september kl. 21, at konsert verður við Høgna Reistrup og Sigmund.

– Vit í Tónleikasamtakinum Grót gleða okkum at síggja tykkum øll aftur, eins og vit gleða okkum at borðreiða tónleik fyri tykkum, boðar samtakið frá í tíðindaskrivi.
Høgni Reistrup
Høgni hevur 4 útgávur á baki undir egnum navni: ‘Hugafar á ferð’ frá 2007, ‘Trý fet frá tilveruni’ frá 2010, ‘Samrøður við framtíðina’ frá 2011. Nýggjasta útgávan kom út í fjør, og ber heitið ‘Áðrenn vit hvørva’.

‘Áðrenn vit hvørva’ er eitt so framúr gott tónleikaverk, sum uttan iva telist ímillum bestu føroysku tónleikaútgávur nakrantíð. Í samstarvi við Janus Rasmussen og Ólavur Jákupson, ið hava framleitt/produserað útgávuna, hevur Høgni Reistrup megna at skapt ein tónlistarligan varða í føroyskari tónleikasøgu.

‘Áðrenn vit hvørva’ er ein sera sterk fløga við sterkum løgum, tekstum og tónlistarligum dygdum, ið fáa hjartastreingirnar at dansa. Løgini eru vøkur og ‘í oyra fallandi’, og leggur tú eyðmjúku og hjartanemandi røddina hjá Høgna útyvir, hevur tú eitt verk sum spruttar av kenslum og nervum.

Hóast ‘Áðrenn vit hvørva’ kom út í 2013, kunna vit enn kallað konsertina leygarkvøldið í Tøting eina útgávukonsert, tí Høgni hevur bert havt eina konsert í Føroyum, síðani fløgan og plátan komu út. Tað var á ársins G! Festivali, og var hetta fyri mong besta framførslan á G! 2014. Høgni og hansara bólkur eru tó júst komnir heimaftur úr Týsklandi, har teir hava havt nakrar framførslur.

Sigmund, útgávukonsert
Í 2013 gav Sigmund út fløguna ‘Seven Sheep Farm Blues’, og nú í ár var tíðin komin til tí næstu. Og í mun til ta fyrru, er ‘Live With The Boogiemen’ elektisk og við fullmannaðum orkestri, ið nevnist Bømennirnir.

Øll fløgan er upptikin live í Studio Nykur uppá ein dag, har Jónsvein Mikkelsen spældi trummur, Sjúrður Samuelsen spældi bass og Sigmund sang og spældi gittar. Av tí sama er tónleikurin sera livandi, rokkandi og veruligur. Fløgan ljóðar soleiðis sum dreingirnir ljóðaðu eitt kvøld í tí loyndarfulla Studio Nykur.

Soleiðis sigur danska tónleikaritið Gaffa um Sigmund: “Færøsk Jack White skruer op for virkemidlerne på andet album … Hvor debuten virkede lovligt hjemmegjort, præsenterer Sigmund denne gang et tungt bluesrockende album.”


Konsertin byrjar kl. 21.00
Atgongumerki kunna keypast við dyrnar frá kl. 20.30. Kostnaður fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót er 100 kr. Um tú ikki ert limur, er kostnaðurin 150 kr.
Search by