Konsert í Leirvíkar kirkju mikudagin, 27. apríl 2022 kl. 20:00

Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra í Leirvíkar kirkju, mikudagin 27. apríl 2022  kl. 20:00

Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í mai í ár fara  tey á konsertferð til Sveis. Hetta er aðru ferð, at tey vitja í Sveits.

Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku

Ókeypis atgongd.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Search by