Konsert á Báta- og Listasavninum
3. mai. 2016
Konsert verður á Báta- og Listasavninum við myndafrásøgn úr Tucson, USA, hósdagin 5.mai 2016 kl. 16.00.
Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara fara at framføra. Tey bæði hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í apríl í ár vóru tey á konsertferð í USA. Á konsertini sýna tey eisini myndir og greiða frá túrinum í Tucson, Arizona, í USA.
Fyrireikararnir boða frá, at virtuosur og vælljómandi tónleikur eftir m.a. Paganini, Giuliani, Beethoven og Kreisler er á skránni.
Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, okkurt serstakt hjá Beethoven, ein brellbita av ungverskum Czardas og smærri solostykki.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið á savninum.