Tann 1. mars í ár vóru 30 ár síðan Andrias Petersen byrjaði sum kommunulækni í Gøtu og Leirvík. Fyrst í oktober fór hann úr starvi, og arbeitt verður nú við at fáa ein fastan avloysara fyri hann.
Andrias flutti til Norðragøtu sum 38 ára gamal í 1985 at byrja í starvi sum kommunulækni í nýggja læknadøminum fyri Gøtu og Leirvík. Frammanundan vóru fimm kommunulæknar í Eysturoynni. Gøta hoyrdi undir læknadømi á Skála og Leirvík hoyrdi undir læknadømi í Fuglafirði. Nú vóru 6 kommunulæknar í oynni.
Fyrstu 2 árini helt kommunulæknin til við Gøtugjógv í hølunum hjá gamla Sjóvinnubankanum. Í 1987 varð læknamiðstøðin í Gøtudali bygd, og har hevur kommunulæknin húsast síðan.
Fólkatalið í teimum fimm bygdunum í kommununi er munandi hægri enn í 1985, tá kommunulæknin byrjaði. Tá vóru áleið 1700 íbúgvar í læknadøminum, meðan tað nú eru omanfyri 2000 fólk.
Vit takka Andrias Petersen fyri trúgva tænastu í hesi mongu árini, og ynskja honum blíðan byrð framyvir.