Køksstarvsfólk til Nánd

Spennandi starv sum køksstarvsfólk til Nánd

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi til nýggja køkin á Vesturstovu í Fuglafirði?

Tíðaravmarkað starv
Nánd søkir eftir starvsfólki í tíðaravmarkað starv í miðal 25 tímar um vikuna, við starvsbyrjan 20. juli 2026 ella skjótast til ber og til 31. januar 2027. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag og annað hvørt vikuskifti.

Køksvirksemi
Nánd hevur fingið nýggjan stórkøk, og køksvirksemið á trimum sambýlum er lagt saman í nýggja køkinum á Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin framleiðir flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar.

Arbeiðið fevnir um at tilevna máltíðir til búfólk og heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin.

Mánadag til fríggjadag eru trý til fýra starvsfólk og í vikuskiftinum eru tvey starvsfólk í køkinum.

Vit vænta, at tú

  • sært týdningin at gera heilsugóðan, leskiligan og fjøltáttaðan kost til eldri fólk
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • hevur ans fyri at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving so sum føðsluatstøðari, føðsluhjálpari, kokkur og/ella umsøkjari við royndum við stórmatgerð kann hava fyrimun, men hettar er ikki eitt krav.

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Tolir broytingar og til tíðir stórt arbeiðstrýst

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Góða og skipaða upplæring
  • Eitt gott og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Dugnaligir og hjálpsamar starvsfelagar
  • Møguleika fyri menning og nýggjum avbjóðingum

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík.

Starvssetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lóu Lenvig Hansen, køksleiðara á tlf. 730236 ella loah@eystur.fo

Umsóknir
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2026. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta, viðmerkt “Køksstarvsfólk” ella á teldupost: nand@eystur.fo  

Um Nánd

Tú kanst lesa meira um Nánd her

Search by