Køksfólk til Frítíðarheimið Gásamýri í Leirvík (barsilsstarv)

Søkt verður eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at byrja 10. august 2026.

Starvið er 20 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi, og sum er tíðaravmarkað fram til 30. juni 2027.

Arbeiðsuppgávur:

  • Í samráð við avvarðandi leiðarar at gera miðmála, innkeyp av húsarhaldsvørum, seta vøruna upp á pláss, gera innkeypslistar og matarætlan o.a í tí sambandi. Eisini er uppgávan hjá køksfólkinum at vaska klæðir o.a.

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Løn og setunarviðurskifti:

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 13. juli 2026.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Honnu E. Olsen, leiðara á tlf. 73 00 53.

Search by