Klárt at stykkja út í Leirvík

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at bjóða út arbeiðstøkuna til byggibúning av 18 nýggjum grundstykkjum á Fløtugerði í Leirvík. Nakrar broytingar skulu gerast í projekteringini, og síðan verður arbeiðið boðið út, væntandi seinni í heyst.

Komandi ár verður farið undir at stykkja út í Norðragøtu. Ein skitsa fyriliggur, sum býráðið skal viðgera, og síðan verður farið undir at projektera, áðrenn arbeiðið kann bjóðast út.

Grunstykkir tøk undir Gøtueiði

Samstundis sum eftirspurningurin er stórur eftir at búgva í Eysturkommunu, hava nøkur grundstykkir staðið tøk undir Gøtueiði í fleiri ár. Býráðið hevur samtykt at lækka prísin á hesum grundstykkjum til 25.000 kr.

Search by