Kjølsvín til allar bátaeigarar í Eysturkommunu

Á  hvørjum ári fær Eysturkommuna fleiri fráboðanir um oljudálking á sjógvi. Hesar oljudálkingar vil Eysturkommuna steðga, og tí letur Eysturkommuna øllum smábátum í kommununi eitt sokallað kjølsvín.

Eitt kjølsvín – ella pylsa, sum onnur kalla tað, verður lagt í kjølin, har tað flýtur og sýgur møguliga olju í seg. Tá ið kjølsvínið er fult, verður tað tveitt burtur at brenna.

Allir bátaeigarar í Eysturkommunu kunnu sostatt venda sær til Janus Ryggshamar, havnameistara, t.l.f. 730090, hesum viðvíkjandi.

Search by