Kjatta við mentanarnevndina

Í dag, fríggjadagin 14. november, verður møguleiki at kjatta beinleiðis við forkvinnuna í mentanarnevndini, Hannu Jensen, um nýggja mentanarpolitikkin. Hanna verður online á heimasíðuni frá kl. 17-19, og vil fegin svara spurningum ella hoyra kritikk, hugskot o.a.

Nýggi mentanarpolitikkurin er til hoyringar hesa vikuna og næstu, áðrenn hann verður endaliga sniðkaður til eftir teimum afturmeldingum, ið koma inn. Síðan fer hann til viðgerðar í býráðnum.

Search by