Kjatta um mentan í dag kl. 15-17

Í dag, leygardag 22. november kl. 15-17, verður aftur møguleiki at kjatta við Hannu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, um nýggja mentanarpolitikkin.

Hoyringin av nýggja mentanarpolitikkinum er fram til og við komandi mánadegi 24. november. Vit ynskja at hoyra, hvat fólk halda um uppleggi hjá mentanarnevndini, áðrenn tað fer víðari til viðgerðar í býráðnum.
Les um nýggja mentanarpolitikkin her, har tú eisini kanst geva títt íkast. Nýt endiliga møguleikan í dag kl. 15-17 at fáa eitt prát við Hannu um nýggja mentanarpolitikkin. Tað kann verða at seta spurning, koma við hugskoti, geva kritikk ella gera viðmerkingar annars til hvussu Eysturkommuna eigur at fyrihalda seg til fjølbroytta mentanarvirksemi í kommununi.
Search by