Kirkjugarðurin í Leirvík skal víðkast

Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at víðka um kirkjugarðin í Leirvík. Eysturkommuna hevur keypt lendið norðanfyri kirkjugarðin, og nú verður so gjørt klárt til at bjóða arbeiðið út.

Kirkjugarðurin í Leirvík, sum var seinast víðkaður miðskeiðis í 1980unum, hevur nú áleið 30 pláss tøk. Áleið 10-12 gravir verða brúktar um árið. Tí er neyðugt at víðka um kirkjugarðin.

Fyrsta byggistig gevur áleið 340 pláss norðanfyri verandi kirkjugarð, men møguleiki er at gera áleið 300 afturat niðaneftir.

Search by