Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?

Summarið í Føroyum er fult av hugnaligum og stuttligum tiltøkum, og rúsdrekka fylgir við nógvum av  teimum.

Eg fari ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn.

Spurningurin “Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?”verður settur okkum foreldrum í hesum døgum í einum felags átaki hjá SSP, Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasølu Landsins, Føroya Bjór og Okkara. Ein viðkomandi spurningur, ið setir tankar í gongd hjá okkum foreldrum.

Eg skilji væl grundgevingarnar hjá teimum, sum keypa rúsdrekka til síni børn, hóast tey eru undir 18 ár, men eg eri ikki samdur at tað er tað rætta at gera.

Grundgivið verður fyri at keypa til síni børn við at siga, at tey fara at drekka allíkavæl, og tí er tað tryggari at vit, sum foreldur keypa fyri tey. Tí so vita vit hvat tey drekka, og á tann hátt fyribyrgja vit, at okkara børn gerast ov rúsað og koma sær út í óføri av ymiskum slag.

Í kjakinum um hetta evnið havi eg lagt til merkis, at foreldur hava sagt, at vit keypa nakrar øl, cider e.l. og tað er tað, hesi børnini fáa loyvi at drekka. Eg minnist sjálvur, tá eg var ungur, og royndi rúsdrekka fyri fyrstu ferð. Eg rokni við at eg man ikki hava verið nógv øðrvísi enn flest onnur ung, og tá tú hevur fingið smakkin, so vilt tú hava meir. Við øðrum orðum, so haldi eg tað vera bláoygd av foreldrum at halda at tá tey hava keypt sínum barni fýra cider, at tað er tað einasta, tey drekka tá tey eru farin í býin. Tær fyrstu fýra leggja bert botnin fyri meir, sum verður drukkið tá foreldrini ikki síggja.

Eisini verður nógv tosað um bólkatrýst millum ung, tá talan er um rúsdrekka. Vit kenna øll til bólkatrýst so ella so. Og tá summi børn við loyvi og enntá við rúsdrekka, sum foreldrini hava keypt teimum, møtast við øðrum børnum, verður trýst lagt á øll tey, sum ikki drekka og onga ætlan høvdu um tað heldur.

Felags fyri tey sum eg havi hoyrt tosað um rúsdrekka og børn síni er, at tey øll siga, at vit høvdu ynskt, at okkara børn ikki drekka, fyrr enn tey eru 18 ár. Eisini tey sum keypa rúsdrekka til síni børn.

Í mínum hugaheimi er tað tí greitt. Tá tú sum foreldur keypir tínum barnið rúsdrekka, so sigur tú samstundis, at tað er í ordan at barnið nýtir rúsdrekka.

Tí fari eg ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn.

Borgarstjórin í Tórshavn, Annika Olsen, sigur tað so gott til hetta átakið, og eg loyvi mær at endurtaka tað, hon sigur:

“Vakrasti ungdómurin er tann, ið er fullur av lívsgleði, og ikki av rúsdrekka”

Gott summar

Jóhan Christiansen, borgarstjóri
Eysturkommuna

Search by