Fríggjadagin 11. mars kl. 21 verður Tøting enn einaferð karmur um konsert við føroyskum og útlendskum listarnøvnum. Kári Sverrison, Yggdrasil og russiska Vera Kondrateva koma at framføra, og tað er Tónleikasamtakið Grót, ið skipar fyri.
Fyrireikararnir siga soleiðis um bólkarnar.
Kári Sverrisson – gittar og sang:
Kári er eitt av okkara dugnaligastu listafólkum. Hann hevur meistaralig evni til at smíðja løg og at fordjúpa seg í siðbundnan og frumkendan tónleik. Vit kenna Kára frá ymiskum tónleikaligum høpi; millum annað kunnu nevnast Enekk, Orka, Kári og Hans Jacob Kollslíð, sum Kingosangari, Kári og Bendar Spónir og sum einstaklingur. Men Kári hevur eisini spælt nógv saman við Yggdrasil. Kanska fáa vit høvi at hoyra okkurt lag við Yggdrasil, har Kári er umboðaður. Kári spælur fyrst og fremmst sum einstaklingur fríggjakvøldið.
Vera Kondrateva & Yggdarsil:
Vera er songkvinna av fólkaslagnum Khanty í útnyrðings Sibiriu. Khanty er finsk-ugriskt fólkaslag. Um 30.000 fólk tosa málið.
Tá Yggdrasil var á konsertferð í Russlandi í oktober, var Vera solistur á konsertini í Surgut. Nú er hon so komin til Føroya at framføra og innspæla fløgu við Yggdrasil.
Villu Veski, sum eisini er við í hesi Yggdrasil verkætlan, er úr Estlandi og hevur umframt at spæla við Yggdrasil spælt saman við fleiri føroyskum tónleikarum so sum Lív Næs, Brandur Enni og Eivør.
Vera Kondrateva – sang, slagverk (Rus)
Villu Veski – saksofon (Est)
Angelika Nielsen – violin
Kristian Blak – klaver
Heðin Ziska Davidsen – gittar