Jonna Joensen nýggjur deildarleiðari á Gøtubrá

Jonna Joensen er sett í starv sum deildarleiðari á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu. Hon tekur við starvinum 1. november.

Nýggi deildarleiðarin hevur starvast á eldraøkinum síðan 2001 og hevur tí hollar royndir til starvið. Hon hevur starvast sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, tørvsmeti og hevur í fleiri ár verið deildarleiðari á eldrasambýli og í heimarøktini. Hon hevur nógvar og fjølbroyttar royndir innan eitt nú demensøkið. 

Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir. Ovara hæddin er røktardeild til 10 borgarar, og niðara hæddin hevur pláss til 8 borgarar við demenssjúku.