Jónhild nýggjur deildarileiðari á Gøtubrá

Nánd hevði móttøku mánadagin fyri nýggja deildarleiðaranum á Gøtubrá í Norðragøtu. Nýggi deildarleiðarin eitur Jónhild Abrahamsen.

Jónhild er dóttir Edmund og Elspu Abrahamsen í Fuglafirði. Hon er 48 ára gomul, er bankalærd, hevur útbúgving sum sosialráðgevið umframt masterútbúgving í almennari leiðslu. Hon hevur arbeiðsroyndir sum sosialráðgevi og familjuráðgevi og hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið, eitt nú sum leiðari á einum stovni fyri fjølbreka.

Nánd bjóðar Jónhild hjartaliga vælkomin í starv sum deildarleiðari á Gøtubrá og ynskir henni blíðan byr í arbeiðinum.

Search by