Jólatrøini verða tendrað

Jólatræið í Leirvík (niðanfyri Giljagarð) verður tendrað týsdagin 27. november kl. 19. Monika Stauss Joensen heldur røðu og kórið Eystanljóð syngur. Aftaná verður bjóðað til jólabollar og kakao, og jólamenn vitja.

Jólatræið við Gøtugjógv verður tendrað mikudagin 28. november  kl. 19. Margareth Dalheim Djurhuus heldur røðu og Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur. Aftaná verður bjóðað til jólabollar og kakao, og jólamenn vitja.

Search by